Heita á bilførarar um at koyra varliga

Tað er nógvur vindur, og hann versnar seinnapartin

Tað er rættiligha nógvur vindur, og eftir veðurtíðindunum fer hann at veksa enn meiri seinnapartin.

 

Hetta hevur ávirkað samferðsluna heilt nógv og hjá Strandferðsluna er tað bara undakið, at bussar koyra, eins og fleiri skip hava avlýst. Men fyribils sær hetta ikki út til at nerva flúgvingina.

 

Samstundis eru tiltøka avlýst, og nøkur arbeiðspláss hava eisini sent fólkið til hús.

 

Landsverk sigur, at eftir forsøgnini ferður tann mesti vindurin nú seinnapartin, frá klokkan 15 og til út á kvøldið, kanska til klokkan 21.

 

Og í tí sambandi heitir Landsverk á bilførarar um at vísa varsemi, eisini tí at hann sigur frá hálku um ein stóran part av landinum, fyribils tó ikki í Sandoy og í Suðuroy.