Heinze: Ikki fara Maradona

Tað gekk ikki sum ætla hjá Diego Maradona og hansara landsmonnum í Suðurafrika. Hóast Argentina í løtum vísti gott álopsspæl, so vísti fjórðingsfinalan ímóti Týsklandi, at Argentina hevur trupulleikar á taktiska økinum. Nakað sum kritikarnir hava sagt, er stóri veikleikin hjá Maradona.

 

- Maradona hevur arbeitt hart og tað hevði verið deiligt fyri hann, um hann helt fram í starvinum sum landsliðsvenjari hjá Argentina, sigur Gabriel Heinze, sum spældi á vinstra bakki hjá Argentina í Suðurafrika.

 

Tað vakti stóran ans, tá Diego Maradona útvaldi sínar 23-leikarar til HM endaspælið. Hann valdi millum annað ikki at taka Inter Milan leikararnar, Esteban Cambiasso og Javier Zanetti við til Suðurafrika. Eisini valdi hann ikki at brúka Diego Milito í álopinum. Hesir tríggir vóru allir lyklaleikarar hjá Inter Milan í ár, sum undir leiðslu av Jose Mourinho vann ?The Trible.?

 

- Eg verji avgerðirnar hjá Maradona og eg verji felagskapin vit hava her. Vit kunnu taka nøkur jalig ting við okkum úr Suðurafrika, men tað eru sjálvandi úrslitini, ið telja, sigur 32-ára gamli Gabriel Heinze.

 

Diego Maradona segði eftir tapið ímóti Týsklandi, at hann møguliga gevst sum venjari hjá Argentina.

 

- Løtan er ikki røtt at taka slíkar avgerðir. Tað hevði verið betri at bíða til vónbroti ikki stendur so nær, til at tikið hasa avgerðina, sigur Gabriel Heinze, sum sjálvur ikki hevur tikið avgerð um at halda fram á landsliðnum.