Fyri smáum trimum árum síðani tók kendi danski sjónvarpsverturin Morten Resen eina heldur øðrvísi avgerð. Hann sprakk frá eyðkenda starvinum í Go’ Morgen Danmark hjá TV2 til at royna seg sum íverksetara. Hansara stóra verkætlan er ein app, sum eitur GoLittle, sum hevur endamálið at hjálpa barnafamiljum at skipa fyri spæliavtalum.
Við sínum poddvarpi gevur Morten Resen sínum brúkarum og fjepparum møguleikan at fylgja við hansara ferð, har hann ætlar at røkka hægstu tindunum sum íverksetari. Hann hevur eisini eina YouTube-kanal, har hann javnan dagførir við nýggjum videobrotum, sum lýsa hansara upp- og niðurtúrar við GoLittle.
Nú hevur hann so lagt eitt nýtt videobrot út, har hann hevur hitt ein sannan meistara. Talan er um ongan minni enn føroyska stjørnuíverksetaran Heina Zachariassen, sum vit kenna frá heimskendu Vivino-appini. Heini Zachariassen hevur eisini eina verkætlan á YouTube, har hann hjálpir smærri fyritøkum í gongd. Og júst hetta er tað, sum hann eisini skal hjálpa Morten Resen við.
Í partinum greiðir Morten Resen frá sínum avbjóðingum í sambandi við GoLittle, tí hann skjótt skal til amerikonsku íverksetaraelituna Silicon Valley at fáa GoLittle á amerikanska marknaðin. Heini Zachariassen er ekspertur í hesum, og tí gevur hann dananum nøkur ráð um, hvussu hann fær sum mest burturúr og verður best íklæddur til Silicon Valley. Til ber at síggja allan partin her:
##med2##











