Heini Zachariassen hevur verið íverkseti í nógv ár og hevur ment risastórar fyritøkur sum eitt nú trygdarskipanina BullGuard og heimskendu vínappina Vivino. Hann hevur sum altíð nógv jørn í eldinum, og seinasta hálva árið hevur hann givið íverksetum góð ráð á YouTube rás síni, sum hann kallar Raw Startup.
Hesa vikuna hevur Heini savnað seks ráð saman, sum hann vildi ynskt, hann kendi, tá hann byrjaði sum íverkseti fyri 25 árum síðani. Ráðini eru millum annað, at tú mást vera sparin, læra teg at selja - og tú skalt hugsa stórt, byrja smátt.
- Tú kanst akkurát tað sama læra tað her, í staðin fyri at gera øll tey pínufullu mistøkini, sum eg havi gjørt, sigur Heini Zachariassen í innleiðingini í videobrotinum, sum tú kanst síggja niðan fyri her.
##med2##
Til ber at síggja fleiri av hansara ráðum á Raw Startup kanalini.