Heini Vatnsdal givið avboð

Mangan hava skaðar staðið honum í vegin, men nú er talan um aðrar orsøkir

Heini Vatnsdal, sum var úttikin til landsdystin móti Malta, er í løtuni á veg aftur til Danmarkar. Hann skal verða pápi á fyrsta sinni og Lars Olsen, landsliðsvenjari, sær tí burtur frá sterka miðverjanum.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

Landsliðsvenjarin hevur annars í fleiri førum sent boð eftir Heina Vatnsdal, en serliga skaðar og útbúgving hava ávrikað hansara møguleikar at luttaka á landsliðnum. Heini Vatnsdal spælir til dagligt við Fremad Amager í Danmark.

 

Les eisini: Vanthamar-loysnin er ein møguleiki

 

Føroyska landsliðið vandi fyrrapartin á Tórsvølli. Her segði landsliðsvenjarin, at ongin verður úttikin í staðin fyri Heina Vatnsdal. Liðið hevur fleiri miðverjar og er væl dekkað inn á tí plássunum. Landsdysturin móti Malta verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.