Leygardagin vísti Heini enn eina ferð, at tað eru knotur í honum. Elite 3000 Helsingør hevði vitjan av GOG Svendborg, og Heini varð toppskjútti hjá Helsingør. Hann skoraði fimm mál.
Men málini hjá Heina bóru ikki sigur og stig við sær. GOG Svendborg smurdi heimaliðið av. GOG fór úr Helsingør og aftur til Svendborg við 44-22 sigri!
GOG er á fjórða plássi og harvið á veg ímóti hálvfinaluni. Elite 3000 í Helsingør er á 13. og næstaftasta plássi og er í vanda fyri at detta niður í næstbestu deildina.