GÍ-Royn 5-1 (3-0)
Fýra ferðir var Heini Heinason á rætta staðnum móti Royn í Sarpigerði. Hann skeyt tvey tey fyrstu og tvey tey síðstu málini. Inn ímillum slapp Áslakkur Nesá við einum máli, og Allan Michelsen pyntaði eitt sindur um úrslitið ímóti endanum av dystinum.
Eftir fyrsta korterið var als ikki líkt til, at GÍ fór at vinna so sannførandi. Royn sá út til at vilja nakað og var væl við í dystinum, men so rapaði korthúsið. Innanfyri eini fimm minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði GÍ skorað trý mál, og so var dystuin í roynd og veru avgjørdur.
Tað var fyrst og fremst Heini Heinason, sum hevði stillað kanonina rætt inn henda dagin. Hann legði fyri við tveimum málum. Fyrstu tvey málini líktust hvørjum øðrum, har hann var fríur við málverjanum hjá Royn og fór framvið honum.
Áslakkur Nesá slapp eisini uppí part. GÍ miðvøllurin vinnur bóltin og Áslakkur Nesá dregur á skrá inn móti brotsteiginum, har hann lobbar bóltin uppum málverjan til 3-0. Trý skjót mál innan stutt tíðarskeið avgjørdi dystin. Hvalbingar gjørdu lítið um seg eftir hetta, og sóu út til at hava góðtikið eitt tap.
Í seinna hálvleiki tók Heini afturí aftur, har hann hevði slept. Tað fjórða málið hjá GÍ var eitt vakurt og stuttligt mál. Heini Heinason dróg við bóltinum heilt inn móti málteiginum, har hann snýtti bæði málverjan og verjuspælarar, áðrenn hann nakað frekt legði bóltin í netið við hælinum. Seinasta málinum stóð Heini eisini fyri. Hann verður spældur inni í brotsteiginum, og skotið fór undir málverjan, sum heili fimm ferðir mátti í málið eftir kúluni.
Allan Michelsen fekk seinasta orðið í dystinum, tá hann hevði fótin á bóltinum inni í brotsteiginum eftir eitt lítið trunkaspæl. Hvalbingar vístu tó ongan vilja at vinna, og teir liggja nú einsamallir í botninum við tveimum stigum upp til nærmasta kappingarneyta. Royn hevur eisini torfør mótstøðulið í teimum seinastu fýra dystunum, har teir bæði skulu til Fuglafjarðar og Tvøroyri, so útlitini eru ikki tey bestu. GÍ kann nú harafturímóti anda lættari, tí vandin fyri niðurflyting er mestsum av á hesum sinni.
GÍ-Royn 5-1 (3-0)
1-0: Heini Heinason
2-0: Heini Heinason
3-0: Áslakkur Nesá
4-0: Heini Heinason
5-0: Heini Heinason
5-1: Allan Michelsen