Ein føroyskur útiseti er við til at seta hondbólts dagsskránna í fremstu røð í Danmark. Talan er um Heina Hanusarson, sum uttan nakran iva er stinnasti føroyski hondbóltsspælarin. Heini spælir við Elite 3000 Helsingør, og fríggjakvøldið høvdu teir í fimta leikumfari vitjan av Tvis/Holsterbro..
Dysturin varð vístur í TV3. Úrslitið var 20-20, men í 1. hálvleiki sá einki út hjá Heina og teimum, tí teir vóru aftanfyri 11-7, tá ið teir fóru at hvíla seg. Eftir steðgin fingu teir væl betri fatur á mótstøðumonnunum. Heini Hanusarson var inni nógv tann størsta partin av tíðini, og hann skoraði tvey mál. Eftir dystin varð mett, at málverjarnir báðir høvdu verið mest eyðsýndu spælararnir. Helsingør hevur nú tvey stig, og Tvis/Holsterbro hevur trý stig.










