Heini toppskjútti í tapi

Heini Hanusarson gjørdist toppskjútti hjá Ajax við sjey málum, men tað munaði bara ov lítið, tí liðið tapti 22-27 fyri Nordsjælland, sum var á odda 13-11 í hálvleikinum. Men eitt skifti í seinna hálvleiki var Ajax frammanfyri 21-10.

 

? Vit taka nakrar skeivar avgerðir og eru ov ótolnir í álopinum. Vit eru ikki nóg klókir og dugnaligir og verða revsaðir av Nordsjælland. Nú skulu undur henda, um vit skulu verða verandi í deildini, segði venjarin hjá Heina, Christian Dalmose, við TV2 Sport eftir dystin.

 

Ajax Keypmannahavn er framvegis aftast í CBB Mobil-liguni við fimm stigum, sum eru trý færri enn TMS Ringsted, sum hevur tríggjar dystir eftir, meðan Ajax bara hevur teir báðar truplu dystirnar ímóti Århus GF og Team Tvis Holstebro eftir.