Heini í Skorini fingið nýtt starv

Heini í Skorini er settur í starv sum adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Tað boðar Setrið frá í dag.

Heini í Skorini er 34 ár. Hann hevur ph.d.-prógv í altjóða politikki frá King's College, University of London. Umframt hetta er hann Mphil í altjóða politikki og MA í religiónsvísindi frá sama universiteti, og hann hevur BA- prógv í stjórnmálafrøði frá Københavns Universitet og Fróðskaparsetri Føroya.

Í vár vardi hann sína ph.d.-ritgerð í altjóða politikki, og ritgerðin snúði seg um samanstoytin ímillum átrúnað øðrumegin og talufrælsið hinumegin.

Í 2016 hevur Heini undirvíst á Setrinum í skeiði um mannarættindi og religión, og hann hevur skrivað greinar í akademiskar bókaútgávur á Routledge University Press og University of Pennsylvania Press. Umframt útbúgvingarpartin hevur Heini drúgvar royndir sum journalistur fyri føroyskar og danskar miðlar.

Heini í Skorini hevur arbeitt í danska fólkatinginum, á føroysku útlendingastovuni og verið prosjektsettur fyri danska uttanríkisráðið.

Heini tekur við adjunktstarvinum 1. november 2017.