Heini: Samstarv í verjuni manglaði

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Heina Hanusarson hjá VÍF taka samanum KÍF-VÍF 31-28 (15-14)

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við gamla verjuskansan hjá VÍF, Heina Hanusarson, sum gjørdi comeback fyri VÍF í Kollafirði í dag, tá VÍF tapti 28-31 ímóti KÍF.

 

Heini, sum núðstani er byrjaður at venja aftur viðgekk, at hann var linur í kongunum. Hann heldur, at ein avgerandi lutur, sum gjørdi, at dysturin koppaði til kollfirðingar var, at samstarvið í verjuni hjá VÍF ikki var nøktandi.

 

Heini slær fast, at nú skal venjast, og tað treingir til. Fyri sín egna part lovar hann, at hann ætlar ikki at gera, sum teir gomlu og drekka jólini, men heldur ætlar hann at venja jólini, sum hann málber seg. 

 

Heini hevði nógv rós til Andrias Nielsen hjá KÍF, sum Heini heldur var, sum tveir í dystinum í dag. 

 

Støðan í FTZ deildini :

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71113102377322
2KÍF112832453815
3VÍF11297294413
4Kyndil123213061511
5StÍF1026426049
6Neistin10234252-186
7Team Klaksvík11248364-1160