Heini og Vivino hava nú nátt eina milliard skanningar

Heini Zachariassen, hoyvíkingur og sjálvur annar stovnari av Vivino, skrivar í dag, at í dag er orsøk til hátíðarhald.

Vivino, ið er ein app, ið skannar vínfløskur, og gevur brúkaranum upplýsingar um vínið og hvørt tað er gott ella minni gott, hevur nú nátt eina milliard skanningar. 

Søgan er í stuttum, at Heini í 2009 skuldi keypa vín, men stóð frammanfyri stóra úrvalinum, og visti hvørki út ella inn. Hann gjørdi av, at her mátti vend koma í.

Sjálvur annar stovnaði hann Vivino, sum í dag er tað hann kallar "the world’s largest online wine community and marketplace."

Talan er um app, har til ber at skanna vínfløskuna, ið ein ætlar at keypa, og síðani fáa upplýsingar um vínfløskuna, so lættari er at velja.

##med2##

Tað hevur gingið væl, og nú hevur Vivino nátt eina milliard skanningar.

Søgan um Vivino og føroyska íverksetaran

 er áhugaverd og kann t.d. lesast her:

https://www.vivino.com/wine-news/one-billion-reasons-why?fbclid=IwAR1Rmw2uq6De6HY74Bu2S2WAQsvm--yydB6U6X2Y_Z4cGl8nOzukZYLfm5k