Óli Jacobsen
----
Eg eri grundleggjandi samdur við sjónarmiðini hjá Heina í Skorini um talufrælsi í greinini, hann hevði í bløðunum um dagarnar. Bert er tað spell, at hansara hugburður valdast, hvør tað er.
Orsøkin til, at eg taki til orðanna, er tað sum Heini skrivar um Hermann Oskarsson og ráðstevnuna hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg í 2004. Longu tá gjørdi Heini sum blaðmaður fyri Sosialin ta niðurstøðu, at HO var skerdur í sínum talufrælsi av teimum, sum høvdu eina aðra hugsan enn hann. Hann fekk enntá lýst hetta sum “ársins krossfesting” í Sosialinum.
Veruleikin er tann beint mótsatti av tí, sum Heini førir fram. Tað var nevniliga eingin, sum gjørdi Hermanni nakran órætt.
Tað sum hendi var, at HO hevði eina framløgu á hesi ráðstevnu. Aftaná hana greiddi hann donskum fjølmiðlum, sum útvarpi, Berlingske Tidende og TV2, frá sínum persónligu sjónarmiðum um blokkin og fiskimannaskattin.
Tann einasta misskiljing var, at tað í Føroyum ikki var greitt, hvat ið var sagt á sjálvari ráðstevnuni, og hvat ið var sagt í fjølmiðlunum í hesum sambandi.
Tað avgerandi er, at tað sum fólk gjørdu viðmerkingar til, var væl dokumenterað í donsku fjølmiðlunum.
Tí var yvirhøvur ikki talan um, at fólk østu seg um sjónarmið, sum tey ikki høvdu hoyrt, sum Heini saman við øðrum gjørdu tað til, tá ið hetta mál var frammi. At kanska ikki alt var so sakligt kann vera.
Eg gjørdist partur av hesum máli í samband við ein sending í TV2 um fiskimannaskattin í Føroyum. Hon var grundað á almenn sjónarmið hjá HO, sum hann eisini útgreinaði í hesi sending. Her var niðurstøðan, at føroyskir fiskimenn vóru nógv betur fyri við skatting enn danskir starvsbrøður, og at rokningin fyri hetta varð goldin av danska blokkinum.
Hetta fekk formannin í fólkatingsins figgjarnevnd, Kristian Thulesen Dahl, at hótta við at nýta blokkin sum jarnbrot fyri at steðga hesum “óskili,” soleiðis sum hann skilti tað.
Fyri at gera eina langa søgu stutta fekk eg eftir tógvið stríð TV2 at taka aftur niðurstøðuna í sendingini, tí eg kundi prógvað, at upplýsingarnar, sum lógu til grund fyri henni, vóru skeivar. Hetta var ikki lítið avrik, tá ið hugsað verður um sjálvrættvísina hjá journalistum.
Hervið datt henda politiska hóttan burtur. Tá ið eg árið eftir hitti Thulesen Dahl, ynskti hann mær tillukku við avrikinum.
Men hetta kom illa við hjá teimum í Føroyum, sum longu høvdu “samtykt” tann “sannleikan” í hesum máli, sum Heini endurtekur í síni grein. Tí varð og verður tann sera týðandi partur av málinum, sum snúði seg um tað, sum varð sagt í donsku fjølmiðlunum, tagdur burtur, eisini av Heina. Tí er og var hansara lýsing av hesum máli ikki so frægt sum ein hálvur sannleiki fyri at siga tað diplomatiskt.
Síðan 2004 er henda “krossfestingarglorian” javnan pussað, eisini í fleiri bókum. Børn hjá mær hava enntá fingið umrødda “sannleikan” heim við sær úr miðnámsskúla í samband við uppgávur, tey hava havt. Ein fyrst samtyktur “sannleiki” verður nevniliga galdandi allar ævir, uttan mun til, hvat ið er rætt ella skeivt. Og uttan mun til tað, sum verður kunnað um málið.
Heini staðfesti longu í 2004, at hann, sum fekk allan sannleikan fram, var ein av “skurkunum” í hesum máli. Tað var beint mótsatt. Hóast ta dokumentatión, sum finst um alt hetta mál, verður henda villleiðing endurtikin nærum átta ár seinni.
Tað er hugstoytt, at Heini júst í sínum grundgevingum fyri talufrælsi á henda hátt dregur fram eina hending, har hann sjálvur var við til at illkenna fólk, sum júst fekk sannleikan fram í samband við tað mál, sum hann tekur fram í somu grein.










