Nú stendur aftur á gomlum nøglum hjá samgonguni og dagurin í morgin kann skjótt vísa seg at fáa avgerðandi týdning fyri framtíðar samstarvið í CHE samgonguni og samstarvsavtaluna hjá samgonguni við Sjálvstýrisflokkin.
Tað er greitt, nú ætlanin er at velja nevndirnar hjá løgtinginum av nýggjum í morgin.
Í hesum sambandinum hevur tað verið upp á tal, at Tjóðveldið ætlar at tveita teir báðar, Heina O. Heinesen og Páll á Reynatúgvu, úr fíggjarnevndini, tí flokkurin hevur ikki álit á teimum longur.
Men teir báðir taka sær tað óluksáliga nær, at tað nú er upp á tal at teir báðir skulu missa sessirnar í teimum báðum størstu nevndunum hjá Løgtinginum
Í øllum førum er tað greitt, at minst annar av teimum verður við sviðusoð, tí nú samgongan hevur gjørt samstarvsavtalu við Sjálvstýrisflokkin, er avtalað at blandað nevndarkortini av nýggjum.
Tjóðveldið hevur tveir nevndarlimir í fíggjarnevndini og tveir í vinnunevndini.
Men nú nevndirnar skulu veljast av nýggjum, siga góðar keldur fyri Sosialinum, at avtalan er, at Tjóðveldið skal missa annan nevndarlimin í fíggjarnevndini og annan nevndarlimin í vinnunevndini.
Afturfyri skal Tjóðveldið fáa formansskapin í fíggjarnevndini.
Eftir upprunaliga samgonguskjalinum, skuldi Tjóðveldið fáa formannin í fíggjarnevndini á nýggjárinum, men hetta verður nú framskundað.
Ògvuliga løgið
Men hetta eru Heini O. Heinesen alt annað enn fegnir um.
- Eg kenni onki til, at tað er vanligt at skifta nevndarlimir ímóti teirra vilja og eg haldi, at tað er ógvuliga løgið, at ein so stórur flokkur, sum Tjóðveldið, bara skal hava ein nevndarlim í teimum báðum týdningarmestu nevndunum í Løgtinginum, sigur Heini O. Heinesen.
Tjóðveldið skal hava fund um nevndarbýtið seinnapartin í dag og tí vil Heini O. Heinesen ikki siga so nógv um málið enn.
Men hann sigur so mikið sum tað, at er ætlanin at skúgva hann úr teimum báðum stóru nevndunum, fer hann í Løgtinginum í morgin at umhugsa alvorliga at atkvøða ímóti at nevndirnar verða skipaðar av nýggjum.
Men hann sigur, at alt veldst um, hvørjar nevndarsessir hann fær.
- Eg vil hava nevndarsess í onkrari stórari nevnd og eg ætli ikki at lata mær lynda at fáa nevndarsess í onkrari av teirri minni nevndunum sum eitt plástur á sárið, sigur tjóðveldismaðurin úr Kunoy.
Allir møguleikar opnir
Nú hevur Tjóðveldið boðað frá, at tá ið atkvøðurnar í samgonguni skulu teljast upp, rokna tey ikki Heina O. Heinesen upp í kjalarvørrinum á atkvøðugreiðsluni um fiskidagarnar fyri nøkrum vikum síðani, tá ið hann ikki atkvøddi við samgonguni.
Og sálda vit hann frá, hevur samgongan framvegis meirilutan í Løgtinginum við 17 tinglimum, saman við Sjálvstýrisflokkinum og so verður nevndarval sum vanligt.
Tí hevur tað ógvuliga stóran týdning, hvat hin Tjóðveldismaðurin í vippuni, Páll á Reynatúgvu, fer at gera.
Hann vil ikki siga so nógv, men hann dylir heldur ikki fyri, at verður hann koyrdur úr nevndunum, verður tað eitt vónbrot.
- Tað er í hvussu er ikki eitt tekin m, at flokkurin virðismetir tað arbeiði, eg haldi meg hava gjørt fyri flokkin í vinnunevndini og fíggjarnevndini.
Tí vil hann heldur ikki útihýsa møguleikan fyri, at hann fer at atkvøða ímóti at velja nevndirnar av nýggjum
Men tað veldst eisini um úrslitið av fundinum í Tjóðveldinum í dag.
Í øllum førum vil hann ikki frammanundan treytaleyst lovað, at hann atkvøðir við samgonguni í morgin um at skipa nevndirnar av nýggjum.
- Allir møguleikar eru opnir, sigur hann.
Tjóðveldið er næstan helvtin av samstarvinum í samgonguni so Páll á Reynatúgvu undrast eitt sindur á, at flokkurin er til reiðar at siga vald frá sær.
Men hann heldur, at tað er júst tað flokkurin ger við at frásigur sær ein nevndarsess í fíggjarnevndini í vinnunevndini.
Í øllum førum sær út til, at tað verður ikki pláss fyri bæði Heina O. Heinesen og mær í teimum nevndum, vit hava havt og so vil tíðin vísa um tað verður pláss fyri okkum nakrastaðni, leggur hann turrisliga afturat
Ein stórur trupulleiki
Kári P. Højgaard, formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vil ikki siga so nógv um støðuna beint nú.
Men hann sigur so mikið, at skuldi tað hent, at samgongan ikki fær mynstrað nokk av atkvøðum til at velja nevndirnar av nýggjum, hava tey ein stóran trupulleika.
Meiri vil hann ikki útgreina hetta, sum støðan er nú.
Hann leggur tó afturat, at politiska arbeiðið hevur verið eitt sirkuss higartil og nú má skil fáast á, so einfalt er tað.