Heini Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í Thisted hava verið í tungum sjógvi í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Undan dagsins heimadysti móti HIK hevði Thisted bert fingið eitt stig í sjey teimum seinastu dystunum. Men í dag bragdaði tað hjá Heina og liðfeløgunum.
Tað eydnaðist Thisted at vinna 1-0 á HIK. Sigursmálið skoraði verjuleikarin, Mathias Myrthue beint undan steðginum.
Heini fekk 85 minuttir á vøllinum í dag.
Thisted er næstaftast í deildini við 11 stigum. Tó hevur Thisted bert fýra stig upp til Skive á fjórða plássinum, so tað er sera javnt í deildini.
Komandi fríggjadag klokkan 18 vitjar Thisted Skive á útivølli. Tá er Heini burturi í landsliðsørindum.