Heini og liðfelagarnir í Thisted leiktu javnt

Thisted hevur fýra stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar

Heini Fossdalsá Sørensen og liðfelagarnir í Thisted spældu í dag dyst á útivølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. 

 

Dysturin var móti Ishøj.

 

Tað eydnaðist hvørgum liðnum at skjóta mál, so tað stóð á jøvnum 0-0 aftaná seinasta bríksl.

 

Heini fekk 65 minuttir á vøllinum í dag áðrenn hann var skiftur út.

 

Thisted er saman við Fremad Amager og Frem fremst í deildini við fýra stigum.

 

Sunnudagin 18. august klokkan 13 hevur Thisted heimadyst móti Nykøbing. 

 

Ígjár tapti AB uttan Hørð H. Askham á liðnum 0-1 fyri Nykøbing á útivølli.

 

AB hevur eitt stig aftanfyri tveir teir fyrstu dystirnar.

 

Sunnukvøldið 18. august klokkan 18 tekur AB móti Aarhus Fremad á heimavølli. 

 

Thisted og AB spæla eisini dystir í fyrsta umfarinum í donsku steypakappingini týsdagin í komandi viku. Klokkan 17.30 spælir Thisted móti seriuliðnum, ASA Aarhus á útivølli. Sama kvøld klokkan 18 spælir AB á útivølli móti seriuliðnum, FB. Tað skuldi tí verið góðir møguleikar hjá føroyingaliðunum at vunnið seg víðari í steypakappingini.