Heini Vatnsdal var við frá byrjan tá lið hansara, Fremad Amager í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tók móti Viborg FF á leikvøllinum í Sundby á Amager.
Leingi var Fremad Amager á sigurskós. Samson Ideye legði Fremad Amager á odda longu tá 12 minuttir vóru farnir, og hendan støðan helt sær næstu 77 minuttirnar.
Seinasta minuttin av vanligu leiktíðini og í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat misti Fremad Amager alt á gólvið. Verjuspælari hjá Fremad Amager rakti bóltin við hondini, og so var brotsspark til Viborg, ið var sett í netið. Tveir minuttir inni í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat skoraði Viborg sigursmálið.
Verjan stútaði bóltin burtur, men bólturin endaði hjá Frederik Brandhof sum meddaði bóltin í meskarnar hjá Fremad Amager.
Fremad Amager-Viborg FF 1-2 (1-0)
13' 1-0 Samson Ideye
89' 1-1 Christian Sivebæk
92' 1-2 Frederik Brandhof
Komandi dystur hjá Fremad Amager verður á útivølli sunnudagin 22. september móti Fredericia.
Fremad Amager liggur nummar átta av teimum 12 liðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 10 stigum. Bert tvey stig eru niður til niðurflytingarplássini. Trý tey niðastu liðini flyta niður í triðbestu deildina tá kappingarárið er liðugt.











