Heini og Fremad vunnu stórt á Viljormi og Vejle

Heini Vatnsdal fekk ein góðan enda á síni yrkisleið í Fremad Amager við einum 4-1 heimasigri á Vejle í føroyingauppgerðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

 

Tað hevur verið greitt longi, at Viljormur í Heiðunum Davidsen og liðfelagarnir í Vejle flyta upp í superliguna komandi kappingarár.

Seinasta dystin í næstbestu deildini á hesum sinni skuldi Vejle avgreiða á útivølli móti Fremad Amager á Sundby leikvøllinum á Amager seinnapartin í dag. Viljormur var valdur til liðskipara. 

Heimaliðið segði farvæl við Heina Vatnsdal og fimm aðrar spælarar, ið antin skulu royna seg aðrastaðni ella hava stillað fótbóltsstivlarnar.

Og sigast má, at Heini fekk ein góðan enda á síni yrkisleið í Fremad Amager. Fremad Amager vann ein greiðan 4-1 sigur í føroyingauppgerðini. 

Úrslitið merkir, at Fremad Amager endar á einum flottum fjórða plássi við 49 stigum, trý stig aftanfyri FC Fredericia. Vejle er langt fremst við 68 stigum, níggju stig frammanfyri Viborg FF. 

Fremad Amager-Vejle 4-1 (2-1)

23' 1-0 Reda Rabei

29' 1-1 Diego Montiel

32' 2-1 Emmanuel Toku

83' 3-1 Pierre Larsen

90' 4-1 Faris Zubanovic

Heini Vatnsdal hevur eins og in.fo hevur spátt í drúgva tíð gjørt sáttmála við KÍ, ið forrestin spælir í somu litum sum Fremad Amager, blátt og hvítt. Sáttmálan við KÍ er galdandi til 2022.