Ajax Keypmannahavn tók ímóti oddaliðnum, FCK Håndbold í Bavnehøj høllini í Keypmannahavn. Oddaliðið, FCK vann dystin 35-32, men tað var eitt tungt tak hjá oddaliðnum at knúgva Heina Hanusarsyni og hinum í Ajax Keypmannahavn. Ajax spældi ein góðan 1. hálvleiki, og var Ajax á odda 18-15 í steðginum. Men í 2. hálvleiki setti FCK ferðina upp, og vóru teir væl betri í 2. hálvleiki. Og endin var eisini, at teir hvítu vunnu í uppgerðini, sum av mongum í Keypmannahavn verður skýrd at verða uppgerðin millum teir ríku (FCK) og teir fátæku (Ajax).
Ajax liggur næstniðast í bestu donsku hondbóltsdeildini við 5 stigum. FCK liggur næstovast við 30 stigum. Heini Hanusarson skeyt 4 mál í dystinum. Heini hevur skotið 54 í kappingini higartil.