Heini og Ajax seta hol á kappingarárið

Í kvøld setur Ajax Keypmannahavn hol á kappingarárið í bestu donsku hondbóltsdeildini, tá teir í fyrsta dystinum taka ímóti Fredericia. Heini Hanusarson beglaði fyri 14 døgum síðani, og væntar tí ikki, at hann verður nógv á vøllinum í kvøld. Ajax hevur nógvar skaðar í hópinum, og er hópurin tískil ikki so væl fyri til kappingarbyrjanina. Samrøðu við Heina Hanusarson verður at hoyra í tíðindunum á Rás2, sum koma kl. 16.