Heini O. Heinesen: Væl nøgdur við kanningina

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er væl nøgdu við veljarakanningina hjá, sum varð almannakunngjørd í fyrradaagin. - Bæði flokkurin og fullveldismálið hava viðrák og tað eri eg stak fegin um, sigur hann

- Hóast Tjóðveldisflokkurin fekk eitt sera gott val seinast og hóast vit í samgonguni umsita málsøki, sum eru sera viðkvom, so klára vit at halda fast við tann veljaraskara, sum vit høvdu til seinasta val og enntá leggja nakrar afturat og tað eri eg sera væl nøgdur við, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum, Heini O. Heinesen í eini viðmerking til seinastu veljarakanningina.

Hann vísir á, at flokkurin eigur fíggjarmálaráðharran og hansara arbeiðsøkið hevur verið partur av nógvum arbeiðsósemjum seinasta árið, men kortini tykist tað ikki hava ávirkað støðu veljarans.

- Tað kann í grundini vera nokkso løgið, tí ofta plagar slíkt at síggjast aftur í veljarakanningum, men vit eru sloppin væl frá tí, sigur Heini O. Heinesen.


Fullveldismálið hjálpir til

Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum dylir heldur ikki fyri, at hann heldur seg kenna orsøkina til, at støðan hjá flokkinum er sum hon er.

- Tað er ikki óhugsandi, at okkara heilt greiða støða í fullveldismálinum er ein beinleiðis orsøk til, at vit varðveita veljararnar, sum vit høvdu til seinasta val, sigur Heini O. Heinesen.

Tann parturin av veljarakanningini sigur, at tað stendur so at siga á jøvnum millum tey, sum siga ja og tey, sum siga nei. Kortini við einum lítlum meiriluta til teirra, sum vilja fullveldið.

- Eg haldi, at Føroya fólk greitt hevur sagt, at tey vilja hava greiðar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum við Danmark og henda veljarakanningin vísir eisini, at so er.

Veljarakanningin sigur eisini, at meiri enn helmingurin av veljarunum trýr uppá, at vit kunnu finna eina aðra loysn innanfyri ríkisfelagsskapin. Hvat sigur tað tær?

- Ikki so nógv, burtursæð frá, at veljarin hevur eina meting um tað. Har er einki ítøkiligt komið fram um, hvat fyri aðra skipan vit skulu finna innanfyri ríkisfelagsskapin. Tí leggi eg størri dent á tann partin av veljarakanningini, sum sigur, at tað eru fleiri, sum siga ja, enn tað eru sum siga nei, sigur Heini O. Heinesen.


Munurin er so lítil

Um politisku støðuna í Føroyum sigur Heini, at hann heldur støðuna, sum andstøðan hevur sett seg í, verða óhepna. Her hugsar hann serliga um støðuna hjá Javnaðarflokkinum, tí henda veljarakanningin vísir, at ein fittur partur av javnaðarveljarunum hava givið ábendingar um, at teir vilja taka undir við fullveldinum.

- Í sendingini Krosskast greiddi Anfinn Kallsberg rættiliga væl frá hvussu lítil munurin er millum samgonguna og serliga Javnaðarflokkin, og tí haldi eg, at fráboðanin hjá Javnaðarflokkinum um, at teir eru ímóti fullveldinum, kemur ov tíðliga, sigur Heini.

Hvat liggur aftanfyri ta metingina?

- Sum eg sigi, so er munurin millum teir og samgonguna, eftir okkara meting, rættuliga lítil, og eitt gott samráðingarúrslit kann gera, at Javnaðarflokkurin kann taka undir við tí, sum landsstýrið kemur aftur við.

Men vit kunnu ikki siga. at tað, sum danskir andstøðupolitikarar siga, ber ikki á tað borðið?

- Eg hefti meg ikki so nógv við, hvat danskir andstøðupolitikkarar siga, men heldur hvat samráðingarúrslit okkara menn kunnu koma fram til. Kortini er tað merkisvert, at Vinstri og teir konservativu nú siga, at teir viljva varðveita okkum í ríkisfelagsskapi við teir ? á jøvnum føti ? tað ber eftir okkara meting ikki til, og tí haldi eg, at hatta bara er enn eitt tekin um, at teir bara vilja eiga Føroyar, sigur Heini O. Heinesen.

Hann leggur afturat, at tað danskir andstøðupolitikkarar úttala seg eftir eisini vísir, at teir ikki hava fatað, hvat tað snýr seg um, tí føroyingar vilja sjálvir ráða ? og gjalda ? í egnum landi, sigur Heini O. Heinesen.


Rúsdrekkamálið onga ávirkan

Fyri stuttari tíð síðani var frammi í fjølmiðlunum, at partar av Tjóðveldisflokkinum hava havt trupulleikar við rúsdrekka í sambandi við teirra arbeiði í tinginum. Hóast tað kundi væntast, at hetta fór at síggjast aftur í veljarakanningini, so er ilt at fáa eygað á tað í hvussu er. Hvat heldur Heini orsøkina vera til tað?

- Eg haldi ikki, at fólk ganga runt í landinum og trúgva, at okkara menn altíð ganga ávirkaðir í tinginum og fyri tann skuld, at tingmenn í heila tikið ganga fullir og mæla, sum okkurt blað royndi at vísa á. Tað haldi eg var órættvíst móti tinginum, sigur Heini.

- Sjálvandi skal eingin reypa sær av, at hava trupulleikar við rúsdrekka og tað gera vit heldur ikki, men vit hava valt, at tosa opið um at trupulleikin er til, og tað er kanska orsøkin til, at tað ikki sæst aftur í veljarakanningini. Men tað er einki at dylja yvir, at tað framhaldandi er líka óheppið, sigur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum.

Niðurstøða hansara er tí, at veljararar floksins hava víst, at teir ganga meira upp í politikkin. Fullveldismálið er sett ovast á breddan og tað er tað, sum fólk hugsa um, í fyrsta umfari í hvussu er, heldur hann.

- Og tá vit taka samanum, haldi eg, at tað er tað týdningarmiklasta og har hava vit nógv at gleðast um, sigur Heini O. Heinesen.