Vitjan
?Eg dugi ikki at síggja tær stóru broytingarnar. Støðan er status quo. Mann hevur samtykt eina ætlan í Føroyum, sum koyrir regluligt, men eg haldi ikki, at tann danska støðan yvirfyri føroyingum er broytt, sigur Heini O. Heinesen.
Kunoyartingmaðurin hevði júst verið á fundi saman við hinum 31 tingmonnunum við danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, tá ið vit hittu hann.
Heini greiðir frá, at teir fingu allir høvi til at spyrja og forsætisráðharrin lurtaði eisini eftir øllum sjónarmiðum.
Sjálvur tók Heini O. spurningin upp viðvíkjandi sjálvsavgerðarrættinum, har hann legði dent á, at høvdu Føroyar valt at loyst frá Danmark, er tað neyðugt at Fólkatingið skal siga gott fyri tí, áðrenn hetta verður veruleiki. Danski forsætisráðharrin skýrdi spurningin fyri ov akademiskan. Sjálvur heldur Heini, at hetta er eitt av teimum økjunum, sum tað enn vantar at fáa greiðu á.
Sum heild sá Heini O. rættiliga lítið nýtt í støðuni nú við Anders Fogh Rasmussen.
?Hann er meira konkretur og møguliga er tónin vorðin betri, men tað er í veruleikanum ikki talan um nakað nýtt. Poul Nyruo royndi eisini at sparka bóltin til føroyingar, soleiðis at vit sjálvir skuldu finna útav, hvussu vit skuldu gera, sigur Heini O. Heinesen.
Heldur ikki felagsfráboðanin frá Løgmanni og forsætisráðharranum fall í góða jørð hjá Heina O. Heinesen.
?Tað er heldur einki nýtt í felagsfráboðanini, og eg dugi ikki síggja, hví tað skal standa innanfyri ríkisfelagsskapin. Eg eri ikki serliga glaður fyri, at mann skrivar undir upp á, at tað skal vera innanfyri ríkisfelagsskapsins mørk, sigur Heini O. Heinesen