Í gjár varð tað greitt, hvør skal standa á odda, tá ið besti føroyski hondbóltsspælarin, Heini Hanusarson, og liðfelagar hansara í Elite 3000 Helsingør skulu royna at lyfta sær burtur av næstaftasta plássinum í bestu hondbóltsdeildini.
Nýggi venjarin, sum loysir Niels Møller ? ein av gomlu kempunum á gamla Helsingør liðnum ? av,.eitur Morten Fjeldstad. Hann er norðmaður, og tað er merkisvert, at hann ? umframt at vera venjari í Helsingør ? eisini er venjari hjá australska hondbóltslandsliðnum.
Merkisvert er tað eisini, at nýggi venjarin í Helsingør fyri stuttum hevur fingið sekkin. Hann hevur inntil fyri stuttum verið venjari í Ribe. Ribe HK gav Morten Fjeldstad sekkin, tí tað ljóðaði, at hann skuldi hava sett seg í samband við Aalborg DH fyri at bjóða seg fram sum venjara, eftir at hetta felagið hevði givið sínum venjara sekkin.
Heini Hanusarson og liðfelagar hansara vandu fyrstu ferð saman við nýggja venjaranum týskvøldið. Fyrsta avbjóðingin í landskappingini verður týskvøldið, tá ið Elite 3000 Helsingør á heimavølli skal spæla ímóti FCK. Talan verður um stóra avbjóðing. FCK er oddalið við 32 stigum, og Helsingør er næstaftast við seks stigum.