Nýggjársdag verða tað 25 ár síðani, at Heini O. Heinesen tók við sum bygdaráðsformaður í Kunoy. Undan kommunuvalinum í 1976 lovaði hann at arbeiða fyri, at Kunoyggin fekk samband við restinav av norðoyggjum, og tað vallyftið helt hann.
- Størstu løturnar hesi 25 árini eru uttan iva, tá tað var koyrandi um Haraldssund, og tá tunnilin kom ígjøgnum til Kunoyar. Hetta hendi innan fyri eitt hálvt ár, sigur Heini O. Heinesen.
- At vit fingu samband við Borðoynna hevur havt avgerandi týdning fyri oynna. Fólkatalið minkaði nógv í árunum frammanundan vit fingu byrgingina og tunnilin, og hevði hetta sambandið ikki komið, so rokni eg við, at ta hevði staðið illa til í Kunoy í dag, sigur Heini.
Hóast arbeiðið at gera byrging og tunnil var ein landsuppgáva, so heldur Heini, at forarbeiðið hjá Kunoyar kommunu við útstykking og vegagerð í kommununi hevði avgerandi týdning fyri at tað bar til at fáa samband við restina av norðoyggjum.
Telir niður
Tvær bygdir eru á Kunoynni, og hóast haraldssundsmenn stundum hava havt meirilutan í bygdaráðnum, so hevur tað hvørja ferð verið semja um, at kunoyingurin Heini skuldi vera formaður.
- Samstarvið millum báðar bygdirnar hevur verið sera gott, og eg havi altíð lagt meg eftir, at arbeiða fyri báðum bygdunum, sigur Heini O. Heinesen.
Heini varð valdur í bygdaráðið á valinum í 1976, og hann tók við sum bygdaráðsformaður 1. januar í 1977. Síðani hevur hann sitið í hesum sessi uttan steðg.
- Eg veit ikki, hvussu leingi eg verði sitandi, men tá tú hevur sitið í 25 ár, so telir tú niður, sigur Heini.
- Vit hava nátt teimum upprunaligu málunum, vit settu okkum fyri, og nú eru tað meira tey bleytu virðini, sum vit skulu arbeiða við komandi árini, sigur hann.
Heini O. Heinesen er eisini løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin, og hann hevur verið formaður í flokkinum. Hann er íðin talsmaður fyri fiskimenn, og hevur í nógv ár havt stóran veljaraskara í norðoyggjum.
Nýggjársdag skipar bygdaráðið fyri móttøku í bygdahúsinum í Kunoy í sambandi við, at tað eru 25 ár síðani, at Heini O. Heinesen gjørdist bygdaráðsformaður.









