Herfyri útgav føroyski tónleikabólkurin, 200, lagið Heini hatar. Ikki er tað ókent, at 200 er ein bólkur, har tað verður sungið erligt og beinleiðis um føroysk samfelagsviðurskifti. Soleiðis er eisini í nýggja lagnum, har fyrstu reglurnar í sanginum ljóða soleiðis:
Heini er ein fittur fýrur
og Heini hann ærar foreldrini hjá sær
Hann er hyggiligur, fittur og hann er góður við børn
Heini er ein góður vinur
hann er álitið
og Heini hevur altíð tíð
Men Heini hann hatar muslimar
tí Gud hevur sagt
sovritt yvirgangspakk
Ja Heini hann hatar muslimar
teir eru vemmiligir, ja
Nógv hava tikið væl ímóti nýggja lagnum, og millum annað vóru tað nógv, sum kendu lagið aftur og sungu við, tá ið 200 framførdi á Summar Festivalinum fríggjakvøldið. Tó hevur lagið eisini fingið ilt í summar føroyskar menn, ið eita tað so sera vanliga og gemena navnið, Heini. Teir hava sett seg í samband við Niels Arge Galán, forsangara í 200, og sagt honum, at teir ikki hava nakað ímóti muslimum.
- Nógv fólk hava lurtað eftir sanginum, og nógv sungu við, tá ið vit framførdu á Summar Festivalinum. Nógv hava eisini hoyrt og sæð sjónbandalagið av sanginum á netinum.
- Heini var tað vanligasta føroyska navnið, ið rann okkum til hugs, tá ið vit gjørdu sangin. Tað hava verið onkrir, sum eita Heini, ið hava gjørt vart við, at teir ikki hata muslimar. Onkur hevur kent seg eitt sindur raktan, men tað hevur nokk verið mest til stuttleikar, sigur Niels Arge Galán, forsangari í 200, við in.fo.
Hann vísir á, at í sanginum verður ikki sungið um nakran einstakan persón. Heldur er talan um eitt evni, ið ofta sæst aftur í almenna kjakinum.
- Endamálið er at varpa ljós á eitt evni. Vit halda tað vera rættiliga spennandi, at summi fólk blíva til monstur, tá ið nøkur ávís evni verða umrødd. Fólk, sum annars eru fitt, fólkalig, blíð og hampilig, blíva til trøll, tá ið prátið fellur inn á til dømis, at flóttafólk skulu til Føroyar. Tað blíva eg og onnur kløkk av. Tey byrja at tosa um flóttafólk sum um, at tey vóru kakkulakkur, rusk ella aids. Tað haldi eg vera sera óhugnaligt, sigur Niels Arge Galán.
- Sangurin snýr seg ikki um nakran einstakan persón, men um eitt føroyskt fyribrigdi. Tú sært á tíðindaportalunum, har viðmerkingar eru til greinir um flóttafólk, har fólk skriva alt møguligt ógvusligt. Nógv fólk kennir man aftur sum fitt og góð, summi eru eisini trúgvandi, ið tosa um onnur fólk sum um, at tey vóru skrell, greiðir Niels Arge Galán frá.
At enda sigur Niels Arge Galán, at endamálið við sanginum er at fáa fólk at hugsa. Endamálið er rokkið, um fólk geva sær far um hetta evnið.
Sjónbandalagið av sanginum "Heini hatar" sæst omanfyri greinina.