Heini hatar bleyt egg

Heini Gaard er blaðmaður á Dimmalætting. Vit hava sett honum stevnu og spurt hann nakrar spurningar um húsarhald.

Hvat slag av uppvaskisápu brúka tit heima við hús, og hvussu vorðin er uppvaskibustin?

? Eg havi als ikki uppvaskibust, men svamp. Og eg brúki kemilux uppvask, hatta gula, sitrón haldi eg tað er.

Hvussu ofta gert tú mat um vikuna?

? Eini tríggjar til fýra ferðir, giti eg.

Hvussu leingi kókar tú eplir?

? Líka leingi sum Tórður (Tórður var við seinast ? red.), tað vil siga umleið ein hálvan tíma

Og eitt egg?

? Nóg leingi, eg kann ikki tola bleyt egg.

Nær heldur tú sjálvur, at tú ert ordiliga húsligur?

? Tá havi eg ruddað alt húsið og tømt vaskikurvina

Hvussu nógv bakipulvur brúkar tú til 500 gramm av mjøl?

? Tað veit eg ikki, men um eg skal geva eitt skot, so er tað eitt bræv. Mær dámar væl at gera mat, men eg baki ógvuliga sjáldan. Tað plagar konan at sleppa at gera.

Hvat bjóðar tú, tá tú hevur gjørt okkurt avbera lekkurt til matna?

? Tá er tað kaliforniskt pasta. Tað er ein rættur við marineraðum høsnarunga, cashew nøtum, várleyki og soppum.