HONDBÓLTUR
Fremsti føroyski hondbóltsspælarin, Heini Hanusarson, sum hevur gjørt vart við seg í bestu og næstbestu donsku hondbóltsdeildunum síðstu árini, fer at spæla helst í Atlantic Airways-deildini komandi kappingarár. Tað avdúkaði hann í tíðindasendingini hjá Rás2 seinnapartin í gjár.
Enn er óvist, hvat felag í Atlantic Airways-deildini, Heini Hanusarson fer at binda seg til, men eingin ivi man vera um, at hann fer at fáa fleiri tilboð.
– Eg komi fyrst og fremst heim at arbeiða sum politistur í summar, og allarhelst eisini at spæla hondbólt, men einki er enn avgjørt um, hvar eg møguliga fari at spæla, sigur Heini Hanusarson.
Sær svart út
Hann var við sjey málum toppskjútti á liðnum hjá Ajax Keypmannahavn, sum í fyrradagin tapti týðandi dystin ímóti Nordsjælland Håndbold, nú sær av álvara svart út hjá liðnum í bestu donsku mansdeildini í hondbólti.
– Tað er altíð eitt plástur á sárið, tá tað gongur hampuligt persónliga, men tað nyttar lítið, tá vit tapa. Tú spælir á einum liði fyri at vinna, og tað eydnaðist so ikki, sigur Heini, sum tekur undir við venjara sínum, Christian Dalmose, at eitt undur skal henda, um Ajax nú skal yvirliva í bestu deildini:
– Nú sær svart út, tí kravið var, at vit í minsta lagi skuldu fáa trý stig, men nú eru bara tveir truplir dystir eftir, sigur hann.