Tem Klaksvík skal hava ein nýggjan venjara, eftir at Heini Hanusarson hevur boðað frá, at hann gevst. Hann skrivar í boðum á Facebook, at hann hevur boðað nevndini í Team Klaksvík frá, at hann gevst. Orsøkin er, at tað ikki eru útlit fyri líkinda úrslitum.
- Eg havi kunnað formannin í Team Klaksvík um, at eg gevist sum venjari í dag. Orsøkin er vantandi útlit til líkinda úrslit, skrivar Heini Hanusarson.
Hann leggur skemtiliga fyri nú val er í morgin, at størsta avbjóðingini hjá Team Klaksvík ikki er valevnið hjá Fólkaflokkinum, Beinir Johannesen. Team Klaksvík liggur aftast við tveimum stigum fyri fýra dystir.
Støðan | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 6 | 173 | 158 | 15 | 11 |
KÍF | 4 | 113 | 103 | 10 | 6 |
H71 | 5 | 136 | 129 | 7 | 6 |
STÍF | 4 | 121 | 115 | 6 | 3 |
NEISTIN | 4 | 104 | 125 | -21 | 2 |
KYNDIL | 5 | 112 | 123 | -11 | 2 |
TEAM KLAKSVÍK | 4 | 109 | 115 | -6 | 2 |