Renning
Jákup Mørk/Álvur Haraldsen ? Isle of Man
Eitt hitt sterkasta kortið á stuttu renniteinunum hjá føroyingum er Heini Hátun, sum støðugt tykist hava betrað seg sjálvan síðani undanfarnu Oyggjaleikir.
Fyrsta kappingin á hesum sinni hjá honum var 200 metra renningin, har hann sunnudagin tók lut í fjórðingsfinalunum. Hesar vórðu skipaðar soleiðis, at tveir teir fremstu í hvørjum heati, saman við fýra teimum av hinum rennarunum vunnu sær rætt at luttaka í hálvfinalunum.
Á innastu breyt
At byrja við tóktist sera ilt at meta um møguleikarnar hjá Heina. Ilt var at meta um innanhýsis styrkina hjá flestu rennarunum, tí leingi gekk áðrenn tíðirnar komu, og at kalla hvørja ferð var onkur rennari av Cayman so langt fremstu millum rennararnar.
Heini gjørdist nummar trý í sínum heati, og tá tíðirnar endiliga vórðu lisnar upp, var greitt, at hann hevur vunnið sær pláss í hálvfinaluni. Tíðin hjá Heina var 23,5 sekund, og saman við einum øðrum rennara gjørdist hann sostatt skjótasti trý?arin. Hevði Heini verið í onkrum av hinum heatunum, kundi talan verið um eitt annað pláss.
Sjálvur tóktist Heini eisini væl nøgdur, tá vit prátaðu við hann eftir renningina.
- Tíðin í sær sjálvum var ikki so góð, men tað er aloftast galdandi hjá øllum, tá talan er um fjórðingsfinalur. Allir hava helst runnið skjótari, enn teir gjørdu í dag, og til dømis hevur hasin, sum vann í okkar heati runnið 21,30 í ár.
- Talan var eisini um mótvind, umframt at eg lá í innasta bana, og tað er nakað, sum er sera tungt hjá mær, tí eg eri lutfalsliga stórur, sigur Heini.
Vón um finalupláss
Um vónirnar at koma í finaluna, sum skal rennast mánakvøldið, sigur Heini, at tær eru á eini góðari leið.
- Eg rokni við at renna skjótari í morgin. Seinasta vikuskifti rann eg 23,0, og megni eg aftur hetta, so skuldi tað verið nóg mikið til eitt finalupláss, so tað er avgjørt tað, sum eg fari eftir, sigur Heini Hátún at enda.
Umframt 200 metra renningina er Heini eisini meldaður til 100 og 400 metrar, men enn er ivasamt, um hann fer at luttaka í báðum hesum kappingum.










