Heini gevst á Bullguard

Hoyvíkingurin, sum í fimm ár hevur sitið í stjórastólinum hjá danska Bullguard, fer nú at leita sær nýggjar avbjóðingar Heini Zachariassen hevur seinasti fimm árini verið stjóri hjá Bullguard, ið fyrst og fremst selur loysnir til virus-verju.

Hesi árini er fyritøkan vaksin frá teimum trimum, sum stovnaðu Bullguard, til eina fyritøku, sum í dag telur 100 starvsfólk. Og sum hevur ein umsetning, sum hvørt ár er meira enn tvífaldaður.

- Hetta hevur verið ein ótrúliga spennandi tíð. At menna fyritøku frá grundini, fáa brand´ið fram hjá almenninginum og at fáa lønsemi í virksemið hevur verið ein sera stór avbjóðing, og eg eri fegin um, at vit saman hava rokkið hesum málum, sigur Heini í tíðindaskrivi, sum Bullguard sendi út í morgun.

Við portalin sigur Heini, at hann enn ikki vil avdúka, hvat hann fer at takast við komandi tíðina.

- Heilt einki verður tað tó ikki. Næstu seks mánaðirnar fari eg at arbeiða við nøkrum heilt øðrum, og so fáa vit at síggja, hvat framtíðin annars hevur at bjóða, sigur hann.

Heini Zachariassen, sum er 35 ára gamal, er eisini nevndarformaður í Føroya Tele, nevndarformaður í Fremad Amager Invest og nevndarlimur í íløgufelagnum, Set.

Hóast hann nú gevst í Bullguard, er Heini framvegis ein av høvuðspartaeigarunum í fyritøkuni.