Nú leygardagin tann 10. november skipar Fornminnisfelagið í Nes kommunu fyri hugnaløtu. Heini Olsen verkfrøðingur fer at siga frá og vísa myndir frá ferðum í Iran, har hann bæði hevur búð í arbeiðsørindum, og har hann eisini hevur verið ferðamaður.
Tiltakið verður í miðhøllini í Tofta Skúla, og tað er alment og ókeypis. Lagt verður fyri klokkan 16.00, og borðhald og burturluting eru eisini á skránni, sigur Forminnisfelagið í Nes kommunu.