Talv
Heini Olsen og Flóvin Tór Næs hava seinastu mánaðirnar tikið lut í einari serligari IM-kapping í Lund, Svøriki. Talan er um ?Schackforums & LASK´s IM turnering 2005?. Kappingin byrjaði í februar og endaði fyri viku síðani.
Tað serstaka við kappingini varð, at telvað varð einans eitt umfar um vikuna. Hetta førdi til nógv útsett talv og tí høvdu fáir luttakarar telvað eins nógv talv, tá komið varð ímóti kappingarendanum. Men onkrir dagar vórðu settir av til hesu mongu útsettu talv, so tá komið varð inn í mei mánaða kom endiliga skil á kappingartalvuna.
Norðurlendsk burturav
Ellivu telvarar tóku lut og tíggju umfør vórðu leikt. Sviar, danir, føroyingar og ein íslendari mannaðu IM-kappingina í Lund. Tískil ein rættiligur norðurlenskur dámur í Lund.
Hægstrataði telvarin varð stórmeistarin Stellan Brynell (2464). Hann var í harðari kapping við IM Bjørn Ahlander (2393), men tað varð Brynell sum vann kappingina við 8 stigum. Ahlander fekk 7,5 stig. IM Emil Hermansson (2415), sum hevur vant føroyskir unglingar, endaði saman við ungu svensku vónini Linus Olsson (2332) á triðja plássi við 6,5 stigum.
Heini setti ferð á
Tá kappingarendin nærkaðist, høvdu Heini og Flóvin báðir fá stig. Heini fekk mannað seg upp og vann við heilt góðari telving síni seinastu trý talv. Tað gav honum 5,5 stig av tíggju, eitt deilt fimta pláss og eina ratingframgongd á umleið 10 stig.
Heini ger nógv við telvingina í hesum døgum og hevur sum mál fyri 2005 at vinna sær tveir IM-normar. Hann hevur tann eina normin. Fleiri av talvunum hjá Heina í Lund bóru brá um djúpa telving, har fyrimunir vórðu grundaðir í byrjanarspælinum. Eitt dømi um hetta, er sigurin ímóti Flóvini í seinasta umfarinum. Heini hevur gjørt viðmerkingar til talvið, sum er talvið hesa vikuna.
Óndur sirkul
Verri gekk tað hjá Flóvini. Hóast ein góðan sigur móti IM Hermansson, tyktiskt einki at bera til hesaferð hjá Flóvini, sum herfyri vann sær sín triðja og seinasta IM-norm. Tó krevst 2400 í rating (og tríggir normar) innan ein kann kalla seg altjóða meistara.
Flóvin misti heilt fitt av rating fyri síni 2 stig í Lund. Honum vantar nú yvir 100 ratingstig fyri at kunna kalla seg altjóða meistara. Men Flóvin er treiskur sum fáur og hevur eisini fyrr bart seg úr slíkum myrkum støðum. Sum hann sjálvur segði beint tá kappingin var av, ja so hevur hann einar tvær reisir verið í somu støðu: nevnliga at hann fyrr hevur havt væl omanfyri 2300, men so knappliga hevur mist yvir 50 ratingstig, fyri síðani at berja seg aftur uppum 2300-markið. Ein sirkul, sum Flóvin tykist at hava ilt at koma burturúr.










