Heini fekk 4 mál í Helsingør-sigri

Liðið hjá Heina Hanusarsyni og Róki Akralíð var á vitjan í Suðurjútlandi í gjár. Helsingør vann dystin ímóti Tønder við 25-22. Heini Hanusarson skeyt 4 mál í dystinum. Rókur Akralíð fekk einki mál. Helsingør eru nú nr. 7 av teimum 14 liðunum í næstbestu donsku mansdeildini í hondbólti. Helsingør hevur nú 7 stig fyri 6 dystir.