Tað kemur dátt við hjá HB, at skaðin, sum Heine Fernandez fekk í dysti móti KÍ í Klaksvíkskappingini leygardagin, er so mikið álvarsligur. Havnarfelagið misti undan hesum kappingarárinum álopsfelagan hjá Heina frá í fjør, Rógva Jacobsen, til íslendska KR, og eingin beinleiðis avloysari er komin fyri hann. Tá ið so Heine nú eisini er langtíðarskaddur, sært tað ikki alt ov gott út í álopspartinum hjá havnarliðnum.
Teir ungu taka við
Tað er eingin loyna, at HB í vetur hevur hugt seg um eftir styrki til álopspartin, men at tað ikki hevur eydnast teimum at finna nakran, har teir mettu, at samsvar var millum styrkin og útreiðslur.
Spurdur, um HB nú fer at kanna marknaðin av nýggjum fyri at finna ein nýggjan áleypara, sigur Heine Fernandez:
- Vit hyggja okkum um allatíðina, men tað er ógvuliga trupult at fáa fatur teimum røttu spælarunum. Eg tími ikki at fáa hálvar loynsir við spælarum, sum eg als einki kenni til frammanundan. Hjá okkum ræður tað um at fáa kvalitiet, har tað eisini hongur saman fíggjarliga.
- Fótbóltsumboðsmenn ringja mangan til okkara og bjóða spælarar fram. Fyrst og fremst eru tað norðurlendingar, ið hava okkara áhuga, tí tá kann eg brúka mínar keldur fyri at vita, um ein ella annar spælari er nóg áhugaverdur til okkum, sigur Heine Fernandez.
HB-venjarin sigur tó, at teir arbeiða við onkrum í løtuni, men enn er einki ítøkiligt, og tí vil hann ikki koma nærri inn upp á tað.
- Eg vil eisini nógv heldur brúka okkara ungu spælarar enn ein ella annan brasilianar, suðurafrikanar ella hvat tað skal verða, sum ikki er meira enn ein hálv loysn. Vit hava fleiri góðar ungar áleyparar, og serliga hevur Páll M. Joensen gjørt tað serstakliga væl í venjingardystunum, og um ein lítlan mánað verður Hendrik Rubeksen klárur aftur eftir skaða. Harumframt kunnu bæði Jákup á Borg og Tór-Ingar Akselsen spæla í álopinum, so vit hava fleiri streingir at spæla upp á, sigur Heine Fernandez.
Nær Heine sjálvur verður klárur at fara á vøllin aftur, er enn ógreitt. Hann sigur, at tað er eitt liðband, sum er farið, og tað er ógjørligt at siga enn, hvussu drúgvur skaðin verður, men talan er í minsta lagi um ein steðg upp á tveir til tríggjar mánaðir.