Heindrikur, prinsur var ein stuttligur og hugnaligur maður at vera saman við. Tað skoðsmálið gevur Páll á Reynatúgvu, Heindriki prinsi, sum doyði í gjárkvøldið.
Løgtingið hevur fund nú klokkan 11 og Løgtingið vísir sína samkenslu við at flagga í hálvari stong.
Sjálvur hevur Páll á Reynatúgvu fleiri ferðir verið vertur fyri Heindriki Prinsi, bæði sum borgarstjóri á Sandi og sum stýrisformaður í SEV.
Hann var stak fryntligur, stuttligur og hugnaligur at vera saman við, og lættur at práta við.
– Eg haldi, at Heindrikkur prinsur dámdi væl tann føroyska mátan, her tað ikki altíð er so formligt, og at vit bara vóru sum vit vóru, sigur Páll á Reynatúgvu. Í so máta kundi hann fyri tað verið føroyingur, leggur løgtingsformaðurin afturat.