Heindrikur prinsur hevur fleiri ferðir vakt ans

Heindrikur prinsur vil kortini ikki jarðast saman við drotningin, sum annars hevur verið ætlað. Hesum boðaði kongshúsið frá fyrr í dag.

 

Her er eitt sindur um fortíðina hjá Heindriki prinsi:

 

– Henri Marie Jean André greivi de Laborde de Monpezat, føddur 11. juni 1934 í Talence, Gironde, Frankaríki. Hann er 81 ára gamal.

 

– Næstelstur av sjey systkjum

 

– Varð 10. juni í 1967 í Holmens Kirke giftur við Margretu, sum tá var krúnprinsessa í Danmark.

 

– Pápi Fríðrik krúnprins (føddur 1968) og Joakim prins (føddur 1969).

 

– Í nýggjársrøðu hjá Margretu drotning í 2015 boðaði hon frá, at Heindrikur prinsur vildi pensjónerast.

 

– Í apríl 2016 frásegði hann sær heitið sum »prinsgemal« fyri aftur at verða tituleraður sum Heindrikur prinsur.

 

– Á ungu árum hevur Heindrikur lisið millum annað jura, samfelagslæru eins og kinesiskt og vietnamesiskt. Arbeiddi fyri hjúnarbandið millum annað fyri fronsku sendistovuna í London.

 

– Umframt danskt og franskt tosar prinsurin enskt, kinesiskt og vietnamesiskt.

 

– Hann rekur vínslottið Château de Caix í Cahors í Fraklandi. Slottið er eisini summarbústaður hjá kongshjúnunum og liggur nærindis har prinsurin er uppvagsin.

 

– Prinsurin hevur givið út fleiri yrkingasøvn og kókibøkur.

 

Hann er abbi Nikolai prins (1999), Felix prins (2002), Christian prins (2005), Isabellu prinsessu (2007), Heindrik prins (2009), Vincent prins (2011), Josephine prinsessu (2011) og Athenu prinsessu (2012).

 

/ritzau/