Ein knykilin í lunganum hjá Heindriki prinsi kann føra til lungnabruna.
Hópur av myndafólki og journalistum eru savnað á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, eftir at kongshúsið í morgun boðaði frá, at støðan hjá Heindriki prinsi var munandi versnað.
– Hansara kongaliga hátign, Fríðrikur krúnprinsur, hevur tí brotið av ferðina í Suðurkorea, har hann var í sambandi við olympisku vetrarleikirnar. Krúnprinsurin er nú ávegis til Danmarkar, skrivaði kongshúsið í tíðindaskrivi.
Sambært BT kom Mary krúnprinsessa til Ríkissjúkrahúsið stutt fyri klokkan 11. Ein hálvan tíma seinni fór hon av aftur sjúkrahúsinum saman við børnum sínum, Kristian prinsi og Isabellu prinsessu.
Joakim prinsur vitjaði sambært Ekstra Bladet á sjúkrahúsinum seinnapartin saman við eldru sinunum, Felixi og Nikolai prinsum.
Heindrikur prinsur varð innlagdur í Ríkissjúkrahúsið 28. januar eftir eina ferð í Egyptalandi.
Hann hevði síðani 4. januar verið í Sharm El Sheik í Egyptalandi, har hann í mong ár evur kent hotellánaran Anan el Galaly.
Seinni upplýsti kongshúsið, at prinsurin var kannaður fyri ein svull í vinstra lunga. Hann vísti seg at verða góð góðkynjaður.
Tað var ætlanin, at hann eftir lidna viðgerð skuldi fara á Fredensborg Slot, upplýsti kongshúsið fyri eini viku síðani. Í tí sambandinum flutti drotningin til Fredensborg.
Men nú er støðan hjá prinsinum versnað, og hann er framhaldandi innlagdur á Ríkissjúkrhúsinum. Kongshúsið ynskir ikki at greiða nærri frá, hvat bagir prinsinum, ella hvør orsømin er til versnaðu støðuna.
Ole Hilberg, yvirlækni og formaður í Dansk Lungemedicinsk Selskab, upplýsir, at góðkynjaðir svullir í summum førum kunnu ávirka andingarleiðina og føra til lungnabruna.
– Tað er soleiðis, at tú vanliga skapar slím í lungunum, sum verður ført upp, og sum vit so svølgja.
– Um har er ein góðkynjaður svullur ella svullir, so kann tað tarna, at slímið verður flutt burtur, og so kanst tú fáa lungnabruna, greiðir yvirlæknin frá.
Tá ein persónur er veikur, er ein av vanliguastu deyðsorsøkunum sambært yvirlæknanum lungnaígerð.
Lungnabruni kann eisini føra til aðrar eftirsjúkur – eitt nú blóðeitran.
– Tað kann eisini viðføra, at blóðrenslið, serliga hjartað, svíkur, tí tú hevur niðursetta ilt, og tí smitta er í kroppinum, greiðir Ole Hilberg frá.
/ritzau/









