Heimurin ótryggari eftir Irak-kríggið

   

? Tað er greitt, at bardagin ímóti yvirgangsmonnunum er ikki vorðin lættari eftir kríggið í Irak, segði Romano Prodi við amerikanska sjónvarpið Fox News sunnudagin.
Hann legði samstundis dent á, at USA og Evropa mugu standa saman í bardaganum ímóti yvirgangi, sjálvt um partarnir eru ósamdir um, hvønn týdning kríggið í Irak hevur havt.
? Tað er umráðandi, at vit ikki slaka fyri yvirganginum, men tað ræður eisini um at finna eina politiska loysn, segði Prodi og vísti á, at tað er neyðugt at loysa teir trupulleikarnar, sum elva til yvirgang.