Maðurin handan víðagitnu iPhone telefonunum og iPad skermunum, Steve Jobs, doyði í nátt.
Hann hevur leingið barst ímóti krabbameini, men í nátt vann sjúkan á íverksetaranum. Í dag hevur allur heimurin nýtt høvið at minnast og æra Steve Jobs, sum veruliga hevur sett síni fingramerki á tøkniliga heimin.
Heimasíður í londunum kring okkum, í USA, Bretlandi og nógva aðrastaðni hava í dag nýtt høvið at æra minnið hjá Steve Jobs við at skriva eina ørgrynnu av greinum um hansara lív, um hvussu hann arbeiddi seg fram til oddasessin í Apple, og um øll tey góðu sitatini, sum standa eftir.
Eisini Facebook er á tremur við fólkum, sum í dag syrgja, at ein tann størsti íverksetarin og uppfinnarin innan tøkniliga heimin í nátt fór.
Einki er at ivast í, at Steve Jobs stendur eftir í heimssøguni, sum ein tann størsti uppfinnarin í nýggjari tíð.
Steve Jobs gjørdist 56 ára gamal, og hann doyði friðarliga í sínum heimi.










