Heimurin heldur ondini

Tað er stórur vandi fyri kríggi í Kaukasus. Georgia tekur hermenn úr Irak, so teir kunnu berjast ímóti uppreistrarmonnunum í Suður-Ossetia -Georgia fer at taka 1.000 hermenn heim úr Irak, so teir kunnu hjálpa stjórnarherinum í bardaganum við uppreistrarmenninar, sigur formaðurin í georgiska trygdarráðnum sambært Reuters.

-Hermenninir skulu til Suður-Ossetia, sigur Kakha Lomaia. Sambært formanninum hevur Georgia kunnað USA um avgerðina.

ES og OSCE royna av øllum alvi at fáa partarnar at semjast.

Georgisku myndugleikarnir siga, at russisk flogfør hava hjálpt uppreistrarmonnunum, og summar keldur siga, at minst eitt russiskt flogfar er skotið niður.