Heimurin brúkar minni olju

Fyri fyrstu ferð í 25 ár minkar heimseftirspurningurin eftir olju Tøl hjá altjóða orkustovninum benda á, at eftirspurningurin eftir olju verður minni í ár enn í fjør, og tað er fyrstu ferð í 25 ár, at so er. Samstundis benda forsagnirnar á, at gongdin verður tann sama í 2009.

Sambært uppgerðini brúka heimsins lond 85,8 milliónir tunnur av olju um dagin í ár, og tað er 350.000 tunnur færri enn upprunaliga mett.

Hóast minkingin er bara 0,2 prosent og tískil bara ein dropi í havinum, so fegnast orkustovnurin um, at fyri fyrstu ferð síðani 1983 minkar oljunýtslan.