Heimstoppurin móti Føroyum

Føroyska manslandsliðið fær helst størstu avbjóðingina nakrantíð, tá teir á útivølli skulu royna seg móti Noreg

Hondbóltur

Mánakvøldið legði føroyski landsliðshópurin í hondbólti leiðina til Noreg, har teir mikudagin skulu spæla fyrsta HM-undankappingardystin á hesum sinni.
Fyrireikingarnar til hetta hava verið ígongd í longri tíð, og millum jól og nýggjár vórðu fýra dystir leiktir á eini venjingarferð til Letlands. Fýra dystir, sum eftir øllum at døma komu væl við hjá liðnum.
- Eg haldi í øllum førum, at talan var um sera hóskandi mótstøðu. Vit møttu liðum, sum vóru nakað betri enn vit, men hinvegin ikki so nógv betri, at talan gjørdist um bank, sigur Hjalmar Klein Olsen.
Víðari sigur hann, at einasta fráveran til dystin móti Noreg verður vanligi liðskiparin, Ingi Olsen.
- Ingi hevur drigist við ein skaða, og sunnukvøldið varð so avgerð tikin um, at hann ikki verður við á ferðini. Vónin er so, at vit hava hann tøkan til heimadysti móti Noreg leygardagin, men tað fáa vit so at síggja. Hinvegin eru Heini Hanusarson, Janus Einar Sørensen og Eli Müller allir tøkir, eftir at teir hava drigist við nakrar smærri snuddir, so alt í alt eru vit so væl fyri, sum tað nú einaferð er gjørligt, heldur Hjalmar.

Lið í heimsflokki
Men eitt er, hvørjar leikarar okkara landslið hevur tøkar. Annað - og kanska meira týdningarmikið í hesum føri ? er hvørjar leikarar mótstøðan hevur at taka av.
Og tað er ikki smávegis. Onkursvegna megnaði Noreg at klodda EM-luttøkuna burtur seinast, tá teir taptu fyri Portugal í seinasta undankappingardystinum, og tí noyðast teir aftur hesaferð at taka lut í undankappingini. Men síðani hetta hava teir so dyggiliga staðfest, at teir eiga at teljast við, tá heimsins sterkastu hondbóltstjóðir verða nevndar.
Eitt nú hava teir hetta seinasta árið givið danska landsliðnum sannan bank, og eisini hava teir vunnið á heimsmeistarunum úr Kroatia, so føroyingar hava í øllum allar hugsandi orsøkir til at sýna størstu virðing fyri mótstøðuni.
Hjalmar dylir heldur ikki fyri, at talan kann gerast um eitt stórt trýst, sum kemur móti føroyska liðnum, men hinvegin tykist hann ikki at óttast uppgávuna sum so.
- Hyggur tú at liðnum hjá teimum, so er tað bara ein leikari, sum er úr norsku kappingini, meðan restin spælir í eitt nú Spania og Týsklandi, so tað er einki at fara skeivur av, at talan er um sterkar leikarar. Úrslitini seinasta árið tala eisini fyri seg, og í veruleikanum hava teir helst einki at gera í slíkari undankapping, og tað vilja teir helst eisini prógva.
- Tað, sum helst verður størsti trupulleikin hjá okkum, er ferðin, sum teir eru førir fyri at spæla í, og skrúva teir hesa heilt upp, so verður tungt hjá okkum. Serliga er væntandi, at teir spæla við høgari ferð fyrstu løtuna, men hinvegin kunnu vit altíð vóna, at teir undirmeta okkum eitt sindur, soleiðis at vit hóast alt fáa okkurt orðið at siga.
Hvussu er og ikki, so skal dysturin spælast, og einki er at ivast í, at onkra staðni í Føroyum eru sjónvarpstólini tendrað. Norska TV2 vísir nevnliga dystin forskotið, og byrja teir kl. 20 við hesum. Útvarp Føroya er annars eisini á staðnum, og teir fara so í luftina um 7?tíðina mikudagin við beinleiðis frásøgn.
Føroyska landsliðið kemur aftur til Føroya hósdagin seinnapart, og so er at vóna, at nakað av krúti verður eftir, tá teir leygardagin skulu spæla seinna dystin móti Noreg.