Heimsstjørnur syngja um veðurlagstrupulleikar

Í sanginum "Earth" syngja heimsins fremstu poppsangarar um veðurlagið og jørðina

 

Amerikanski rapparin og skemtarin Lil Dicky hevur latið nýtt serligt staklag úr hondum, sum hann kallar "Earth". Ein flottur teknifilmur er gjørdur sum videolag til sangin, sum er komin út í sambandi við Internation Earth Day, sum verður 22. apríl.

Tað hevur eydnast Lil Dicky at savnað saman nøkur av heimsins fremstu tónleikastjørnunum í løtuni fyri at varpa ljós á heimsins veðurlagstrupulleikar. Hoyr lagið her:

##med2##

Justin Bieber leggur út sum fyrsti sangarin, og síðani eru hinir sangararnir hesir: 

Ariana Grande, Halsey, Zac Brown, Brendon Urie, Hailee Steinfeld, Wiz Khalifa, Snoop Dogg, Kevin Hart, Adam Levine, Shawn Mendes, Charlie Puth, SIA, Miley Cyrus, Lil Jon, Rita Ora, Miguel, Katy Perry, Lil Yachty, Ed Sheeran, Meghan Trainor, Joel Embiid, Tory Lanez, John Legend, Backstreet Boys, Bad Bunny, Psy og Kris Wu.

Alt yvirskotið av sanginum fer til eitt gott veðurlagsendamál, nevniliga Leonardo DiCaprios Foundation For Climate Changes.