Leygarkvøldið var nógv umrødda konsertin við Nashville stjørnunum hildin í Høllini á Hálsi, og við sjey heimsstjørnum og 14 føroyskum sangarum bjóðaði Nashvík til eina tí størstu konsertina í Føroyum nakrantíð. Ikki færri enn tvær útseldar konsertir vóru leygarkvøldið í Høllini á Hálsi, og við sjey av heimsins bestu tónleikarum var tónleikurin í hásæti. Føroyskir country og gospel sangarar trinu á pall saman við heimsstjørnunum, har fleiri av føroysku landaplágunum vóru framførd. Umframt hetta spældu Nashville tónleikararnir eisini tvey egin løg.
Umframt tónleikin varð eisini greitt frá hvussu Nashville tónleikararnir eru komnir í samband við føroysku fyrireikararnir, og fleiri ferðir nýttu útlendsku tónleikararnir høvið at takka føroyingum fyri eina fantastiska uppliving seinastu dagarnir.
Les meira um konsertina í Sosialinum í dag.