Heimsstjørnur eru í vandabólkinum

Heimsstjørnur og fólk, sum eru gitin um allan heim, eru altíð onkursvegna í vandabólkinum fyri at verða myrd. Tað heldur Suni Merkistein, sum hevur granskað nógv í søguni hjá The Beatles.

 

Tað eru 30 ár síðan í dag, at John Lennon varð myrdur. Sinnisjúki Mark David Chapman skeyt Beatles-stjørnuna.

 

Suni Merkistein vísir á, at tað eru fleiri dømi um, at tónleikarar og politikarar eru hóttir eftir lívinum.

 

Uni Arge, journalistur, heldur, at John Lennon dámdi lítið leiklutin sum tónleikastjørna í andglettinum. Tað eru hansara tekstur í sanginum ?Help? greiðasta dømi um.

 

- Orðini ?Help me, get my feet back on the ground, won?t you please, please help me,? vísa tað greitt og týðiligt, sigur Uni Arge.