Eitt tað størsta einstaka føroyska hondbóltsúrslitið er veruleiki.
Føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti hevur sigrað 30-28 á hondbóltsrisanum, Týsklandi sum var stórur favorittur undan dystinum í Millumbólki 4 í HM-endaspælinum í Kroatia.
Í steðginum vóru Føroyar á odda 12-10. Føroyar vóru á odda 28-22. Týskarar settu ein endaspurt inn, men tað eydnaðist okkara fantastisku monnum at halda fast um leiðsluna og heimssensasjónina.
Ísak Vedelsbøl var valdur at vera besti leikarin í dystinum.
Málskjúttar: Óli Mittún 13/20, Ísak Vedelsbøl 6/8, Jákup Egholm 6/7, Niklas Gaard 4/6, Búi Poulsen 1/1.
Sasha Lacok bjargaði 36 prosent av málroyndunum hjá Týsklandi, sambært hagtølunum.
Klokkan 18 spæla Iran og Saudiarabia. Har er Iran greiður favorittur.
Føroyar, Iran og Týskland hava tvey stig hvør. Saudi Arabia hevur einki stig.