Heimsráðstevna um leiklutin hjá bókmentum

Dagarnar 29. juni til 2. juli 2008 verður Stokkhólmur karmur um eina risastóra ráðstevnu fyri rithøvundar, týðarar og bókmentafólk úr øllum heiminum. Ráðstevnan, ið er tann fyrsta av sínum slag, hevur fingið heitið WALTIC 2008.

Fólkaræði og mannarættindi

Endamálið við at savna saman so nógvar rithøvundar og bókmentafólk er at endurskapa leiklutin hjá bókmentum í alheimssamfelagnum, og á tann hátt styrkja fólkaræði og mannarættindi kring allan heim. Ráðstevnan skal skapa nýtt innlit í týdningin av at nýta lesing og bókmentir sum amboð til at greina samtíðina, samfelagsliga menning og broytingar. Hetta sigur Rithøvundafelag Føroya á heimasíðuni www.rit.fo.

Søgur sum mentanarberar

Fyrireikararnir leggja dent á, at WALTIC 2008 skal varpa ljós á tann týdning, sum søgur og frásøga hava sum miðlar av vitan og berar av mentan og fólkaminni, við tí fyri eyga at styrkja leiklutin hjá bókmentum í alheimssamfelagnum.

Lesiførleiki, mentanarligt fjølbroytni og talgilding

Høvuðstemuni á ráðstevnuni eru trý: alheims lesiførleiki, samskifti millum mentanir og talgilding. Tað er svenska rithøvundafelagið, Sveriges Författarförbund, ið er høvuðsfyriskipari, og longu nú vænta tey, at fleiri enn 1000 rithøvundar, týðarar og bókmentafólk fara at seta dám á Stokkhólm hesar dagarnar.

Í september fæst meira at vita um skránna, og tá fer eisini at bera til at tekna seg á heimasíðuni www.waltic.com