Valluttøka
Valrætt høvdu 34.423 fólk, sum eru umleið 1000 fleiri enn við seinasta val fyri umleið tveimum árum síðani. Heili 91,6% av teimum, sum høvdu valrætt seinast, fóru á val. Í Sandoynni var talið 93,3%. Hetta má sigast at vera eitt slag av heimsmeti í demokratii. Spennandi verður at síggja, um vit enn einaferð fara at seta slíkt met. Sjálvandi hava veðrið og árstíðin eisini nakað at siga, men eftir øllum at døma fór valluttøkan í gjár at vera methøg. Okkara fotografar kring landið vóru á nøkrum av valstøðunum í gjár. Millum fyrstu veljararnar, sum valdu í gjár, var sjálvur løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum legði atkvøðuna í kassan í heimbygdini Viðareiði.