Heimsmeistarnir úti av HM

Italia er úti av HM, tað er greitt eftir, at teir fyri løtu síðan taptu óvænta fyri Slovakia fyri løtu síðan. Slovakia kom á odda eftir góðar 25 minuttir við máli frá Robert Vittek. Italia hevði ilt við at spæla seg til málmøguleikar og Slovakia var um ikki betri, so minst líka góðir sum Italiumenn.

Eitt korter fyri tíð økti sami Robert Vittek til 2-0 og nú hildu øll at tað var slutt fyri Italiumenn. Men løtu seinni minkaði Antonio Di Natale og so tók Italia yvir. Løtu seinni fingu teir eitt mál kolldømt. Men júst sum Italia trýsti mest, so økti innskifti Kamil Kopunek til 3-1 til Slovakia. Men bara tveir minuttir seinni minkaði Fabio Quagliarella um munin til 3-2. Um Italia hevði megnað at javnað, so komu teir víðari.

Hin dysturin í bólkinum, millum Ný Sæland og Paraguay, endaði við málleysum javnleiki. Tað merkir at Paraguay endar sum nummar eitt og Slovakia sum nummar tvey í bólkinum.

Italia - Slovakia(0-1) 2-3

0-1 Robert Vittek (25)

0-2 Robert Vittek (73)

1-2 Antonio Di Natale (81)

1-3 Kamil Kopunek (89)

2-3 Fabio Quagliarella (92)

Ný Sæland - Paraguay(0-0) 0-0

Bólkur F:

1 Paraguay 5 stig

2 Slovakia 4

3Ný Sæland 3

4Italia 2