Fyri minni enn einum ári síðani var 30 ára gamli Chad Dawson mettur sum ein av 10 teimum bestu nevaleikarunum í heiminum í øllum tyngdarflokkum. Og møtti ein »Bad Chad« í ringium, var tú í trupulleikum.
Men eitt KO í 10. umfari móti Andre Ward seinasta heyst flutti Dawson eitt fet niður eftir styrkislistanum, og sunnunáttina varð hann fluttut enn eitt stórt vet niðureftir, tá hann í fyrsta umfari var sligin út móti Adonis Stevenson, og harvið tapti sítt WBC-heiti.
35 ára gamli Stevenson, sum var nummar eitt at bjóða Carl Froch av í IBF- beltinum, tók harvið sítt fyrsta HM-heiti, og tað sást á háttinum hann feiraði tað.